Axel O Band

Axel O Band er ein country bólkur úr Íslandi.

Tað var forsangarin Axel, ið tók stig til bólkin. Bert 16 ára gamal, flutti hann saman við familjuni til Tulsa, Oklahoma, og seinni til Houston, Texas, og tað var her hann fekk áhuga í country tónleiki. Hendan áhugan tók hann við sær, tá hann flutti aftur til Íslands.

Teir hava fyrr vitja Country festivalin, og teir fara uttan iva at fáa gott lív í Dungasandi aftur í ár.