Axel O & CO

Ein country bólkur úr Íslandi. Hetta er aðru ferð teir vitja Country -& Blues festivalin. Teir vóru so glaðir fyri festivalin og móttøkuna teir fingu av fjøldini í fjør, at teir játtaðu beinavegin at vera við aftur í ár.


Teir fara at spæla teirra vældámda amerikanska country sound løg, og teir hava eisini nýggj løg at framføra fyri okkum á Dungasandi. Í ár fara teir at hava eina unga gestasangarinnu við á pallin, Stefania Svavarsdottir, ið er kend sum country prinsessan í Íslandi. 

 

Tit kunna lesa meir um teir á www.axeloandco.com