Hallur Joensen

Hvat er Country -& Blues festivalurin uttan Hallur Joensen. So sjálvandi er Hallur við aftur í ár. Hvørt ár samlast fjøldin saman at lurta eftir Halli og hansara góða country tónleiki. Hallur roynir altíð at endurnýggja framførslurnar við nýggum tónleiki ella gestasangara, og tað riggar stak væl.


Síðan hann var við í fjør er hann fluttur til Danmarkar, og hevur verðuliga gjørt innrás har. Hann hevur innspælt danska sangin S.O.S. og ”mon ikke vi hører den her til festivalen, vi får se”.