Heather Myles

Eitt høvuðsnavn á countryfestivalinum í Sørvági er 57 ára gamla Heather Myles frá Riverside í Kalifornia, ikki so langt frá Bakersfield, sum er kendur fyri serliga rokkuta countrystílin, sum Buck Owens og Merle Haggard og seinni Dwight Yoakam løgdu lunnar undir.

Hon gjørdi serliga um seg í nítiárunum, tá hon gav fleiri vælumtóktar honky-tonk fløgur út við egnum tónleiki. Hon megnaði enntá at fáa bæði Merle Haggard og Dwight Yoakam at syngja við sær á onkrum av fløgunum.