Kristina Skoubo Bærendsen

Kristina Skoubo Bærendsen hevur fleiri ferðir framført á Dungapallinum á Country festivalinum. Í 2018 hevði hon eina einastandandi góða framførslu, sum vit seint fara at gloyma. Komandi festival verður hon aftur á Dungapallinum, og gleða vit okkum serstakliga nógv at hoyra hennara vøkru rødd røra okkara country hjørtu aftur.