The Doc

Countryfestivalurin veksur allatíðina og tað allar nýggjasta, sum sá dagsins ljós á seinasta festivali var The Western Saloon. Eitt spælistað í minnir um tær gomlu cowboy barrirnar. Hon var sera væl móttikin, men vit gloymdu at koyra nokk av tónleikarum inn í hesa barr. So hesafer hava vit funni ein av teimum allar bestu, at undirhalda í Western Saloon.

Tað er The Doc. Hann er amerikanari, sum hevur búð í Danmark síðani 1997. Hann er ein royndur harri sum hevur spælt uml. 3.000 ferðir runt í øllum heiminum, á serliga pubbum og saloonum, so hann passar perfekt til Western Saloon.
Hann hevur verði í Føroyum fyrr. Fyri uml. 15 árum síðani plagdi hann at fylla Café Natúr og Manhattan, við slagarum sum flest allir føroyingar kenna. Vit kunnu vænta okkum eina fest við hansara egnum songum eins og songum frá Creedence, Dubliners, U2, Neil Young, Johnny Cash, ja maðurin hevur uml. 500 sangir á sínum sanglista.
Komi og njóti The Doc á Western Saloon.