Festivaløkið

Sørvágs Country -& Blues festival øki 2018

 

Festivaløkið er á Dungasandi, øki er rættuliga stórt, har er sera hugnaligt og veðurgott.

 

Á festivalinum eru spælipláss við stórum úrvalið at stuttleika sær í til børnini, har er m.a bálstað, hestaríðing og kanorógving.

Sørvágs kommuna hevur gjørt eitt deiligt spælipláss á Stakka, har børnini eisini kunna stuttleika sær á festivaløkinum. 

Sølubásar eru á Countrygøtuni, har til ber at keypa sær cowboyhattar, kaffi, the, køkur, ís v.m. Fleiri barrir eru á økinum, og aftur í ár verður tann vælumtókta Western Saloon, opin á countrygøtuni við live tónleiki.

 

Matstovan Angus Steakhouse í Tórshavn kemur vestur til Sørvágs á Country -& Blues festivalinum, eisini verður Asian Food Truck úr Sandavági, og annað gott at fáa á festival økinum.

Øll matsølan fer at húsast í einum stórum telti á Dungasandi, og har verður høvið at seta seg niður og njóta ein góðan bita og uppliva festival hugnan.  Eisini verður telt sett uppt við sølu av kaffe, the, køkum, har ein kann traðka eitt sindur til síðis og nýta hetta praktfulla stað.

“WildWest” er ein innandurða barr, sum er innrætta sum ein rættulig Wild West barr, har fara vit at skapa góðan country stemning við ymiskum tiltøkum.  

Innanfyri girðingina er eisini kirkjuhúsi. Prestar og kirkjuráð hava í samráð við festivalfyrireikarnar, skipa fyri at kirkjuhúsi fer at verða opið fyri festivalgestum. Sunnudagurin á festivalinum verður gudstænasta í kirkjuni.

 

 

Stóripallur vendir ryggin til vøllin og fram ímóti Stakka. Lítlipallur er á Stakka og vendir ryggin til bygdina og útímóti Sørvágsfirði.

Húsvognaplássini og tjaldingaplássini eru øll uttan fyri festivaløkinum.

Húsvognaplássini eru vestanfyri fótbóltsvøllin, á Breiðagrasi og framvið kirkjugarðinum á Kirkjuvegnum.

Tjaldingarplássini eru á Oyruni, norðanfyri Breiðagras.