07 vestur og Country

7. juni 2017

Góðu camping fólk

 

Vit í 07 Vestur vilja bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin at brúka brúsurnar í okkara snotiliga nýggja húsið tá tit eru á countryfestival. Inngongd er oman móti sandinum. Fólk vera á staðnum sum krevja pengar fyri nýtsluna.

Brúsurnar vera tøkar hesi tíðspunkt:

Hósdag       kl.18:00 – 20:00

Fríggjadag kl.12:00 – 17:00

Leygardag kl.12:00 – 15:00 og 17:00 – 20:00

Sunnudag  kl.12:00 – 14:00

Kostnaður kr.20 pr.fólk. Vit taka bara ímóti kontantum peningi.

 

Vælkomin til brunsj í 07 Vestur- húsinum leygardagin 10/6

Vit vilja nýta høvið at bjóða tykkum til brunsj leygardag kl.11:00 – 14:00

Kostnaður fyri vaksin kr.50,- og fyri børn undir 12 ár, kr.20,-.

 

Matarskráin verður m.a. egg, bacon, pylsur og bønir. Til børnini verða m.a. bollar og heimagjørt sjokoladapálegg.

Vit taka ikki móti dankort, so minnist til at hava kontantar pengar við.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

 

Heilsan vit í 07 Vestur          

 

Kelda: camping.fo

Onnur tíðindi