Bassafestivalur

týsdagur, 4. juni 2019

Bassafestivalur verður í Sørvági hósdagin 13.juni kl. 17:00.

Har verður ein rúgva av stuttligum tiltøkum so sum, hoppiborgir, gullgraving, fiskakassar, hestakaret og rógving.

Øll børn fáa eina ballón og gávu frá Bassa, og foreldrini fáa kaffe og okkurt afturvið. 

Bubu kemur at undirhalda, og luttakarar úr Barnaprix koma at syngja. 

Bassafestivalurin er ókeypis, og vónandi koma nógv at hugna sær saman við Bassa. 

Onnur tíðindi