týsdagur, 30. apríl 2019
Country -& Blues festivalurin hevur fyrr í ár kunngjørt at kongurin av country - Hallur Joensen kemur at framføra til ársins festival, og nú verður kunngjørt, at kongurin av blues - Uni Debess eisini kemur at framføra á Dungasandi í juni.
Uni hevur júst útgivið nýggja fløgu, "Regards to the Roots, Vol.2" og gleða vit okkum at hoyra hann framføra nýggju løgini.
Næsti bólkurin er útlendskur. Tim Lothar & Peter Nande eru tveir sera væl umtóktir country bluesarar úr Danmark.
Tim Lothar syngur, spælir gittar og resonator gittar, meðan hann spælir trummur og hi-hat við fótunum. Serliga er hása røddin hjá Lothar eyðkend.
Peter Nande er sangari, ið kemur út um pallkantin, og spælir væl á munnharpuna, í hesum bólkinum spælir hann eisini á gýðingarharpu, jug, skeiðir, vaskibaljubass og ásláttur.