Bluesette

mikudagur, 23. mars 2016

Bluesette er ein nýggjur, spennandi bólkur, ið spælir funky og groovy tónleik eitt nú blues, popp og westcoast.
16 ára gamla Marianna Winther Nagata er sangari í bólkinum, og á gitar er Ragnar Finsson, Kári Fossaberg Ellingsgaard á bass, og Tórður Dam Jacobsen á trummum. í síðstu viku framførdu tey fyri fyrstu ferð egin løg í Reinsarínum, og tað var sera væl móttikið. Á Country -& Blues festivalinum fara tey at framføra egin løg, blues coverløg, og kanska yvirraska tey við onkrum country lagi. Tað verður feitt!

Onnur tíðindi