Bluesgarparnir

9. apríl 2019

Bluesgarparnir eru eitt bluesband úr Suðuroy, sum koma at framføra á Sørvágs Country -& Blues festival 2019.

Flestu av manningini ganga aftur úr Froðbiar Sóknar Bluesorkestri og stilurin er frá gamlum boogie og annað gott fra Mississippi Delta til meira cityblues frá Chigaco og seinni.

Manningin er Dennis Lave, trummur, Dávið Jacobsen, bass, Óli Holbæk Mortensen, guitar, Sverri Jacobsen, guitar og Kristian Holbæk mundhørpu og vokal.

Onnur tíðindi