Busskoyring úr Sandavági og Bø til festival

3. juni 2015

Sørvágs Country- & Bluesfestivalur og Hammer Shuttle hava gjørt avtalu um busskoyring úr Sandavági og Bø til Sørvágs, undir festivalinum.

Tey ferðandi, sum brúka bussin millum Sørvág og Sandavág og millum Bø og Sørvág gjalda krónur 50,- fyri einvegis túr.

Bussarnir koyra frá SÍF húsinum í Sandavági og frá Gamla skúla í Bø til høvuðsinngongdini mitt í Sørvágs bygd. Úr Sandavági steðga bussarnir í Miðvági við handilin hjá Jákup.

Tá bussarnir koyra úr Sørvági til Bíggjars og Sandavágs, verður koyrt frá parkeringsøkinum við høvuðsinngongdina.

 

Avtalan inniheldur hesar túrar:

Fríggjadag 5. juni 2015

Úr Sandavági til Sørvágs                        Úr Bø til Sørvágs

                        kl 16:25                                   kl 16:55

                        kl 19:45

                        kl 21:45                                   kl 22:15

                        kl 23:45

                       

Úr Sørvági til Sandavágs                        Úr Sørvági til Bíggjars

                        kl 02:50                                   kl 02:30

 

Leygardagur 6. juni 2015

Úr Sandavági til Sørvágs                        Úr Bø til Sørvágs

                        kl 14:30                                   kl 14:55

                        kl 17:30                                   kl 17:55

                        kl 19:45                                   kl 20:15

                        kl 21:45

                        kl 23:45

 

Úr Sørvági til Sandavágs                        Úr Sørvági til Bíggjars

                        kl. 03:50                                  kl 03:30

 

Bussarnir koyra eisini aðrar tíðir um Hammer Shuttle metir, at tørvur er á meira koyring.

 

Ferðaætlanin sæst á heimasíðuni country.fo

Annars verður víst til heimasíðuna hjá SSL har ferðaætlanin hjá Bygdarleiðir millum Sørvág og Tórshavn sæst.

Onnur tíðindi