CountryJam

3. mai 2016

Nú kann Country -& Blues Festivalurin avdúka enn eitt føroyskt navn. CountryJam eitur bólkurin og manningin er Hjalti Skaalum - guitar og sang, Milson Zachariassen - hawai-guitar og resonator-guitar, Sverri Mohr Edvinson - el-klaver, Kári Olsen - bas, Petur Bærentsen - guitar og Jógvan Toftum Olsen - trummu.

Teir spæla góðar gamlar country slagarar av m.a. Merle Haggard, Buck Owens og Hank Williams. CountryJam gleða seg til føra áhoyrararnar aftur á country røturnar, og har verður heilt sikkurt pláss fyri einum swing om. 

Teir fara á minna pallin fríggjakvøldi 10. juni kl. 20.00.

 

 

Onnur tíðindi