Danni Leigh

23. mars 2016

Danni Leigh er ein amerikonsk ‘honky tonk’ country sangarinna. Fødd 9/2-1970 og uppvaksin í Virginia. Hon hevur eisini búð og framført uttanlands, men seinastu árini hevur hon búð í Nashville. Hon hevur m.a. framført á Grand Ole Opry, og nú fer hon á pallin leygarkvøldið á Country -& Blues festivalinum! Tá Danni er á pallinum, er tað altíð ein lívligur stemningur, so vit kunnu gleða okkum til eitt ordans show á Dungasandi, har dansifrøðin kemur í hæddina.
Hon hevur givið hesar fløgur út: A Shot of Whiskey and a Prayer, 29 Nights, Divide & Conquer og Masquerade of a Fool.

 

Onnur tíðindi