DJ OX

30. apríl 2016

DJ OX, (Óli G. Samuelsen) kemur at hugna um við góðum country og blues tónleiki í Kovboybarrini Wild West. Vágafólk kenna sikkurt DJ OX sum annan av teimum lívligu DJ'arunum sum plaga at undirhalda áskoðararfjøldini í øllum flogbóltsfinalunum SÍ og Dráttur hava luttikið í seinastu árini.

Óli kemur at hugna um við góðum tónleiki, eins og hann skal stýra karaoke, tá vit fara at bjóða tykkum countrygestum, sum hava hug, upp at syngja teir góðu slagararnar. Tekstirnir verða vístir á stórskýggja, so vit skullu nokk fáa nógvar góðar felagassangløtur inni í Wild West.


DJ OX byrjar at spæla inni í Wild West, í somuløtu sum dyrnar fyri festivalin lata upp fríggjadagin 10. juni kl. 16.00. Eitt sindur seinni kemur ein kendur gesta DJ at velja løg, eisini inni í Wild West.

 

 

Onnur tíðindi