sunnudagur, 17. mars 2019
Aftur í ár verður skipað fyri tí vælumtókta eldratiltakium í samband við Sørvágs Country -& Blues festival 2019.
SKRÁIN:
Tiltakið byrjar kl. 18.00 og fer fram í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla.
Til matna verður smyrjibreyð, te, kaffi og køkur.
Thordis og Elsa Annika koma at skipa fyri kvøldinum.
Systkini á Løgmansbø undirhalda við tónleiki. So tað verður møguligt við einum 'sving om'.
Oddmar Ravnsfjall kemur at hugleiða um eldri dagar.
TILMELDING:
Kostnaðurin fyri tiltakið er 220 kr. pr. persón og freistin at melda seg til er 8. juni 2019.
Tilmeldingin fer fram við at venda sær til Visit Vagar tlf nr.: 333455. Teldupost vagar@visitvagar.fo
ella til Jóngerð Mikkelsen tlf nr.: 229311. Teldupost jongerd@visitvagar.fo