Fá pláss eftir
týsdagur, 30. mai 2017
Enn eru pláss eftir til Eldratiltaki mikudagin 07.06.17.
Skráin:
- Tiltakið byrjar kl. 18:00 og fer fram í høllini í Sørvágs skúla (fimleikahøllini).
- Vit fara at eta smyrjibreyð saman, te, kaffi og okkurt søtt verður eisini afturvið.
- Vágakórið kemur at syngja fyri okkum.
- Jørgen Niclasen kemur at leiða kvøldið, og skipa fyri felagssanginum.
- Bill Justinussen og Jørgen Niclasen koma at undirhalda.
- Jørgen og Jákup saman við øðrum, spæla nakrar sangir. (møguleiki til ein “sving om”)
Tekning fer fram við at venda sær til Vága Kunningarskrivstovu telefon 333455, teldupost vagar@vagar.fo ella til Jóngerð Mikkelsen telefon 229311, teldupost jongerd@vagar.fo