Festivalurin avlýstur

leygardagur, 30. mai 2020

Tað verður ongin Country -& Bluesfestivalur í Sørvági í ár.

Eftir at landsstýrið hevur boðað frá, at eingin festivalur skal haldast í juli og august, hevur nevndin festivalinum valgt at avlýsa festivalin í ár.

Tey sum hava ognað sær atgongumerki til festivalin kunnu brúka tað í næsta ár.

Tey, ið ynskja pengarnar aftur, verða at bíða til landsstýrið er komið út við, hvussu fyriskiparar av mentanartiltøkum fáa endurgjald fyri mistar útreiðslur sambært hjálparpakka 3. 

 

 

Onnur tíðindi