Festivalurin verður settur

1. mai 2016

Fríggjakvøldi 10 juni kl. 18.00 bjóða vit tykkum øllum til setanina av Country -& Blues Festivalinum. Tað verður Sune Jacobsen, borgarstjórin í Sørvágs kommunu, sum setur Countryfestivalin og aftaná fer Johan í Kollafirði, sum fer at stýra pallunum og pallskiftunum á festivalinum, at jamma eina løtu. Johan í Kollafirði, hevur nógv ár á baki sum tónleikari, sjónleikari og undirhaldari, so vit fáa uttan iva undirhald fyri allar pengarnar tá Johan er á pallinum.

Og tit sum ikki hava keypt atgongumerkir til festivalin enn, nú er at skunda sær áðrenn prísurin fer upp hálvan mai.

 

Verði vælkomin á Country -& Blues Festival!

Onnur tíðindi