Forsøla 2019

14. november 2018

Forsølan til Country & Blues festivalin 2019 er hervið byrjað.

 

Í døgunum 13-15 juni 2019 verður Dungasandur í Sørvági aftur karmur fyri helst tann hugnaligasta festivalin fyri ung og gomul í Føroyum.

 

Sølan av atgongumerkjum fer fram á www.country.fo ella á facebook síðuni hjá country.fo.
Atgongumerki til vaksin 500kr og 150kr fyri børn.

 

Søla av húsvognapláss og tjaldingarpláss verða avgreidd av Visit Vágar á t-post: vagar@vagar.fo
Prísur fyri húsvognapláss: 1495kr og 200kr fyri tjaldingarpláss.
**GG. atgongumerki til festivalin er ikki við í prísinum**

 

Onnur tíðindi