mikudagur, 1. januar 2020
Nú bert ein dagur er eftir, áðrenn prísurin hækkar, kann Country -& blues festival nevndin boða frá, at forsølan gongur sera væl.
Í morgin 02.01.20 kl.23.59 hækkar prísurin frá 500kr til 695kr.
Húsvognapláss kunnu bíleggjast á camping@country.fo
Atgongumerki til tey væl umtóktu eldratiltøkini í samband við festivalin, kunnu keypast á www.atgongumerki.fo, ella við at trýsta her.
Country festivalurin verður í døgunum 11.-13. juni 2020, har millum annað The Bellamy Brothers, Heather Myles og Kristina Skoubo Bærendsen koma at framføra á Dungapallinum í Sørvági.
At enda vil Country -& blues festival nevdin takka øllum, ið hava hjálpt og stuðla festivalinum 2019, og ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.