Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

8. mai 2015

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur er ein svingandi og undirhaldandi bluesbólkur úr Suðuroy, mannaður við seks tónleikarum. Repertoirið er blandað - teir tulka m.a. Muddy Waters,  Stevie Ray Vaughan og B.B. King. Eisini spæla teir egin løg.

Navnið speglar teirra humoristiska lyndi, sum froðbingarnir eisini plaga at taka við sær á pallin.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur  hevur just útgivið fløguna "If the Ocean was Wine" við løgum, sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country blues til nýggjari urbane blues.

Áður hava teir m.a. spælt á Vetrarjazzi, Bluesperluni, Country & Blues festivalinum og á Jóansøkufestivalinum.

Teir, sum manna bólkin í Sørvági eru: Kristian Holbæk vokal og munnhørpu, Dávið Jacobsen guitar, Páll Lave guitar, Vilhelm Meyer bass, Dennis Lave trummur og Jóhan Petur Andreasen hammond.

Onnur tíðindi