Georgette Jones á Countryfestival

22. desember 2015

Sørvágs Country -& Blues Festivalur, sum verður í døgunum 10. og 11. juni kann nú avdúka enn eitt útlendskt navn, sum kemur til Føroyar í summar.

Sangarinnan er Georgette Jones úr USA. Hon er fødd 5/10 1970 og er dóttir navnframu countrylegendirnar George Jones og Tammy Wynette. Hon byrjaði sum 3 ára gomul at syngja og framføra saman við foreldur sínum, og til konsertir í dag syngur hon fleiri kend løg hjá teimum.

Hon hevur útgivið tríggjar fløgur saman við plátufelaginum Hart of Texas Records. ”A Slighty Used Woman”, ”Strong Enough to Cry” og eina serliga fløgu, “Till I Can Make it on my Own”, sum er til minnins og heiður til móðir sína.

Síðani hevur hon eisini útgivið tríggjar fløgur út við plátufelaginum Lennon Records, “When Tractors Fly”, “This Christmas” og “I Believe”. Tað nýggjasta hon hevur arbeitt við, er ein duet við Sammy Kershaw, á hansara fløgu til æru fyri George Jones. Tey bæði valdu ein av yndis duet løgunum hjá George og Tammy, nevnliga ”Near You”.

Vit vilja bjóða Georgette Jones hjartaliga vælkomna til Sørvágs Country &- Blues Festival 2016.

Onnur tíðindi