Gista í Sørvágsskúla

31. mai 2018

Gista á Country & Blues festivalinum.
Mangla tit stað at búgva á festivalinum, kunna tit venda tykkum til vagar@visitvagar.fo ella tlf.333455.
Talan eru um 7 skúlastovur í Sørvágsskúla til 10 fólk og 3 stovur til 15 fólk.
Gistingin er frá kl 15:00 fríggjadagin og til kl. 14:00 sunnudagin. Møgulleiki er at brúsa sær og svimja leygardag og sunnudag.
Einasta krav er, at tey í gista hava atgongmerki til festivalin, og kvittan fyri gjaldið av skúlastovunum tá tey koma.
Í samband við morgunmat til tey, sum gista á skúlanum verður víst til 07-Vestur húsið, sum selur morgunmat leygarmorgunin og sunnumorgunin.

Onnur tíðindi