Gott eldratiltak

28. mars 2018

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta eldratiltakinum ísamband við Sørvágs Country- & Blues Festival 2018.

Um nóg nógv tekna seg verður skipað fyri 2 tiltøkum, mikudag 13. juni og hósdag 14. juni.

Avmarkað atgongd. Freistin er at tekna seg er 11.juni 2018.

Tekning fer fram við at venda sær til VisitVagar telefon 333455, teldupost vagar@visitvagar.fo ella til Jóngerð Mikkelsen telefon 229311, teldupost jongerd@visitvagar.fo

 

  • Tiltakið byrjar kl. 18.00 og fer fram í høllini í Sørvágs skúla (fimleikahøllini).
  • Vit fara at eta smyrjibreyð saman, te, kaffi og okkurt søtt verður eisini afturvið.
  • Jørgen Niclasen kemur at leiða kvøldi, og skipa fyri felagssangi, undurhaldi og tónleikaraframførðslum saman við øðrum. So tað verður møguligt við einum 'sving om'.

  

 

 

Onnur tíðindi