Guðrun Sólja Jacobsen

23. mars 2016

Guðrun Sólja Jacobsen vann 'Stjerne for en aften' í 2003. Stutt eftir kom fyrsta fløgan út 'Quiet Storm'. Síðani hava vit hoyrt nógv til hana bæði á útlendskum og føroyskum pallum. Í 2012 kom næsta fløgan hjá henni út 'The First Four'.
Saman við góðum føroyskum tónleikarum fer Guðrun Sólja at framføra løg hjá Tanya Tucker.
Tanya Tucker er ein amerikonsk country sangarinna, sum er kend fyri løg sum "Delta Dawn", "Would You Lay with Me" og "Strong Enough to Bend".
Manningin, sum verður á pallinum saman við Guðrun Sólju, eru: Kim Hansen - klaver. Brandur Jacobsen - trumma. Jóhannus á Rógvu - bass. Jákup Zakariasen - steel. Janus Kampman - gitar.

 

Onnur tíðindi