Halleluja Sofus

13. apríl 2015

Eftir eitt brak av eini framførslu á Country- & Bluesfestivalinum í fjør, er Halleluja Sofus aftur á skránni í ár, og hann lovar enntá, at framførslan í ár verður lívligari enn seinast.

-Eg komi á Festivalin við einum opnum sinni og góðum humøri, sangirnir vera meira upptakt enn í 2014. Sangirnir verða deilvís av nýggju fløguni og so góðir gamlir slagarar, orkestrið telur einar 8 og tónleikarnir eru stórt sæð teir somu sum seinast. – sigur Sofus og leggur aftuat at tað ikki er greitt enn um fløgan verður klár til útgávu áðrenn festivalin.

Festivalgestirnir hava nógv at gleða seg til, tá Halleluja Sofus fer á pallin tá Sørvágs Country- & Bluesfestivalur verður 5. & 6. juni.

Onnur tíðindi