Hallur Joensen

18. desember 2015

Hetta er fimta ári, at Hallur er við í Sørvágs Country -& Blues festival. Hann nýtist ikki tí stóru introduktión, tí hann er ein av okkara størstu tónleikarum í Føroyum, vit øll kenna hann - okkara vældámdi føroyski country kongur. Hann fekk tann stóra heiður, at verða kosin besti sangari á FMA í 2014, og í ár hevur hann útgivið tvær fløgur. Føroyska útgávan hevur heiti “Lívið er ein lítil løta”, og tann enska “Cozy Cowboy”. Fløgan hevur 12 løg, og sera væl úr hondum greitt. Vit hava nógv at gleða okkum til 10-11 juni 2016!

Onnur tíðindi