Hank Williams Tribute

24. mai 2016

FourMENh er country og dansibólkur sprottin í Fuglafirði. Bólkurin hevur verið við á Countryfestivalinum øll árini, bæði sum sjálvstøguður bólkur og sum backingbólkur hjá Magna Christiansen.

FourMENh fer í ár, at tulka sangir hjá Hank Williams.

Teir sum mannað bólkin eru: Jens Pauli Joensen trummir, Hugo Leo bass og sang, Mouritz Mohr guitar og sang og Njal Reinert- Petersen, guitar, keyboards og sang. Bólkurin fær oftani hjálp frá Magna Husgaard í Klaksvík og so er eisini hesaferð.

FourMENh fara at geva okkum eitt stórtsligi Hank Williams Tribute til ársins Country -& Bluesfestival 10-11. juni!

 

 

 

Onnur tíðindi