Jens Lisberg

29. apríl 2015

Best kendu country røddina í Føroyum, eigur Jens Lisberg. Jens Lisberg hevur sera drúgvar royndir innan tónleik og gjøgnum mong ár, hevur hann verið við í eini ørgrynnu av tónleikatiltøkum, har hann hevur spælt til dans, á konsertum o.l. Hann hevur saman við bólki luttikið á stóra danska festivalinum, Scandinavian Artists Countryfestival í Silkeborg. Har luttóku nøvn sum Stella Parton, Bjorø Håland og Tombola Band úr Svøríki.

Jens hevur ikki verið so virkin í nøkur ár og gleðir seg tí almikið at luttaka á Sørvágs Country- og Bluesfestivali saman við sínum bólki. Jens fer at framføra løg hjá Jim Reeves og annan nýcountrytónleik.

Í bólkinum eru: Jóhan Martin Jacobsen, guitar, Jákup Zachariasen, guitar, Sámal Midjord bass, Bernhard H. Petersen, tangentar og guitar og Per Ingvald Petersen, trummur. Í kórinum eru Sigga Hansen, Fríðgerð M. Ellefsen og Barbara á Tjaldrafløtti.

Onnur tíðindi