KK Band

29. apríl 2015

KK Band er mannað við trimum monnum, KK (Kristján Kristjánsson) - sang & guitar, Þorleifur Guðjónsson – bass & sang og Kormákur Geirharðsson – trummur & sang. Teir spæla up-tempo tónleik sum flirtrar við Blues, Bluegrass, Country, Rock og Rockabilly við onkrari balladu inn ímillum. Henda manningin hevur spælt saman síðani 1992.

Kristián Kristjánsson (KK) er føddur í Minneapolis, Minnesota USA, hann flutti til íslands, tá hann var 10 ára gamal. Hann bleiv ein partur av blues tónleikaverðini í Íslandi í 70’unum. Í 1985 fór hann eina 5 ára fjakkaraferð í Evropa, har hann livdi av at spæla á gøtuni runt í teimum Evropeiisku býunum. Síðst í 1990 flutti KK aftur til Íslands og hevur hann búð har síðani.

Á síni tónleikaleið, hevur KK fingið fleiri enn 20 gull-, platin- og multi-platin heiðurslønir og 2 Íslendskar Music Academy Awards. Harafturat hevur hann fingið fleiri viðurkenningar fyri ymisk tónleikalig projektir. Hann hevur millum annað eisini skriva tónleik til film, sjónvarp og sjónleik.

Frá 1985 til 2010 turneraði KK rættuliga nógv kring heimin, hann hevur millum annað spælt í Kina, Kanada, Frankaríki, Týsklandi, Stórabretlandi, Spania og USA. Hann hevur innspælt og gjørt tónleik saman við teimum kendastu Íslendsku tónleikarunum, herundir Bjørk og Sigurrós.

Onnur tíðindi