Kristel Lisberg

13. apríl 2015

Kristel Lisberg fer at framføra á Sørvágs Country- & Bluesfestivali, sum verður á Dungasandi tann 5. & 6. juni.

Kristel, sum var tilnevnd sum ársins songkvinna á FMA í ár og, sum í løtuni er aktuell við stak- og sjónbandalagnum September, fer at framføra egin løg, bæði kend og ókend, ”Hetta staklagið er sera persónligt fyri meg. Tað er ognað beiggja mínum, sum ikki er ímillum okkum meira”, greiðir Kristel frá og leggur afturat ”Eg arbeiði miðvíst við egnum tilfari og eri í holt við ymsar verkætlanir. Næstu tíðina fara fleiri einstøk løg at koma út, og síðani fari eg at taka støðu um fyrstu fløguna”.

Afturat egna tilfarinum, fer hon at tríva í nøkur góð Country løg, sum hon ofta sang til konsertir saman við pápa sínum Jens Lisberg. “Eg havi altíð dáma sera væl country og tað var sum so har alt byrjaði hjá mær” – sigur Kristel.

Afturat sær hevur Kristel dugnaligar tónleikarar, teir eru: Brandur Jacobsen, trummur – Eyðun Johannesen, bass – Magni W. Husgaard, klaver og Bartal Augustinussen, guitar.

 

 

Onnur tíðindi