Laura og Jambalaya eru komin til Føroya.

2. juni 2015

Longu leygarkvøldi kom Laura van den Elzen til Føroya, hon fer at brúka hesa vikuna til at hyggja seg um og síggja eitt sindur av landinum. “Her í Føroyum er so ómetaliga vakurt, eg havi ongantíð verið nakrastaðni har tað er so vakurt, sum í einum ævnintýri” – sigur Laura van den Elzen.

Nú hon og ferðalagið eru í Føroyum, búgva tey í Klaksvík hjá Halli Joensen, sum tey hava fingið gott vinarsamband við.

Saman við Lauru er pápin Pedro, sum eisini er manager, mamman Mariska, sum hjálpir Lauru við ræddarvenjingum og skúlatingunum og tvær dansigentur, lítlasysturin Amber van den Elzen og Merle Coolen.

Jambalaya Band kom til Føroya mánakvøldi, umframt at teir sjálvir skulu framføra á Country- & Bluesfestivalinum fríggjakvøldi kl. 23, skulu teir eisini spæla saman við Lauru van den Elzen á midnátt sama kvøld.

Eftir ætlan koma The European Highwaymen hósdagin og KK Band fríggjadagin til Føroyar.

Onnur tíðindi