Laura van den Elzen

28. november 2014

Laura van den Elzen er úr Hollandi, hon er bert 17 ár og ein rísandi countrystjørna, hon verður mett, sum ein av bestu kvinnuligu country sangarum í Evropa. Hóast sín unga aldur, hevur Laura longu nú framført nøkur ár á altjóða country tónleikapallum.

Tá ið hon var 12 ár, var hon nr. 2 í stórari sjónvarpstónleikapping, sum samlaði milliónir av hyggjarum í Hollandi og Belgia, hvørja viku.

Nú meira enn 4 ár seinni, spælir hon eina rúgvu av konsertum í Hollandi og á stórum festivalum í Evropa, serliga í Týsklandi, Belgia og Hollandi. Áhoyrarnir hava tikið sera væl ímóti Lauru og verður hon fagnað alla staðni, har hon framførir.

Laura framførir tónleik av Dolly Parton, Linda Ronstadt, Miranda Lambert og fleiri øðrum, hon framførir eisini nakað av nýggjasta countrytónleikinum og so syngur hon eisini rock sangir hjá Tinu Turner, tað er, sum Laura kallar tað “country-Rock” og "country-Pop" tónleikur. Harumframt fer hon eisini at framføra tónleik, sum hon sjálv hevur skrivað.

Í fjør hittust Laura van den Elzen og Hallur Joensen undir eini konsert í Berlin. “Vit fingu tár í eyguni av at hoyra Lauru synga – ein rísandi stjørna” sigur Hallur um Lauru van den Elzen.

Onnur tíðindi