Nærum útselt

21. mai 2017

Nú nærkast Country & Blues festivalurun av álvara, og um tú ætlar at búgva í húsvogni á festivalinum, so er ráð fyri tí, men so mást tú skunda tær!

Har eru einans 8 húsvognapláss eftir, so bílegg áðrenn tað verður útselt!

Tá bílagt verður skal nummarpláta og stødd á vogninum upplýsast.

Atgongumerki í samband við húsvognar og tjalding, verða avgreidd av Vága kunningarstovu – vagar@vagar.fo tel. 333455.

 

*****NÝTT Í 2017*****

Tey, ið hava keypt campingpláss til festivalin kunnu longu seta vognin á campingøkið fríggjadagin áðrenn hvítisunnu prísurin er 150 kr. pr. dag til og við mikudagin 7. juni.

Hetta er bert galdandi, um gist verður í campingvogninum hesar dagar. Um ikki verður gist í campingvogninum, skal ikki gjaldast.

Onnur tíðindi