Nøvn kunngjørd

7. apríl 2017

Allan Samuelsen kunngjørdi í Góðan morgun Føroyar nøkur nøvn til ársins Country -& Blues Festival.

Fleiri útlendsk nøvn eru við í ár. MRP ella Music Road Pilots er kunngjørt, og so kunna vit leggja afturat, LenneBrothers Band frá Týsklandi, Sarah Jory úr Onglandi, Axel O & CO. Stefania Svavarsdottir og Arnar Ingi Olafsson úr Íslandi, og síðst og ikki minst Stephen Pride úr USA.

Tey føroysku nøvnini eru Uni Debes, Hallur Joensen, Bluesette, Vágaverk, Tinganest og Froðbiar Sóknar Bluesfelag.

Fleiri nøvn og skrá kemur út seinni, og vit vilja minna tykkum á at prísurin hækkar fyrst í mai 2017.

Verið vælkomin til Sørvágs Country -& Blues Festival 8-10 juni.

Onnur tíðindi