Príshækking 1. januar

31. desember 2014

Ogna tær atgongumerki áðrenn 1. januar og spar pening!

Príshækkingar 1. januar:

Enn er møguleiki fyri at ogna sær atgongumerkir til Sørvágs Country- & Blues festival, áðrenn prísirnir hækka 1. januar.

Kostnaðurin fyri vaksin er í løtuni 495,- krónur, men eftir nýggjár hækkar hann til 695,- kr. Fyri børn 7 til 14 ár, er núverandi kostnaðurin 150,- kr., hetta hækkar upp til 200,- kr. 1. januar. Tað er ókeypis atgongd fyri børn 6 ár og yngri.

Atgongumerkini kunnu keypast á heimasíðuni www.country.fo

Húsvognar og tjalding:

Nú eru bert nøkur heilt fá pláss eftir til húsvognar, tað ber bert til at ogna sær húsvognapláss og tjaldingarpláss umvegis Vága Kunningarstovu – vagar@vagar.fo ella á telefon 333455.

Av tí, at avmarkað pláss er til húsvognar á økinum, verða hesi bert seld til vongar við tilknýttum atgongumerkjum. Tá bílagt verður skal stødd á vogninum upplýsast.

Truckerfestivalurin:

Country- & Bluesfestivalurin og tey ið skipa fyri Truckerfestivalinum, hava gjørt samstarvsavtalu um, at Truckerfestivalurin 2015 verður ein partur av Country- & Bluesfestivalinum.

Leygardagin 6. juni, koma allir truckarnir vestur til Sørvágs, og verða parkeraðir úti á Bakka, har teir verða gjørdir klárir til framsýningina, sum byrjar sunnudagin 7. juni. Tað vil siga, at sjálvur Truckerfestivalurin byrjar ikki fyrr enn dagin eftir Country- og Bluesfestivalin.

Higartil eru tvey nøvn almennakunngjørd, Laura van den Elzen úr Hollandi og Signar úr Homrum úr Føroyum.

Ætlanir eru, um at kunngera fleiri nøvn aftur í februar.

Sørvágs Country- & Blues Festivalur

Onnur tíðindi