Punjab

22. mars 2016

Er ein føroyskur bólkur mannaður av seks dugnaligum monnum. Bólkurin hevur verið nógv at hoyrt á føroysku tónleikapallunum, og í ár koma teir at spæla á Country -& Blues festivalinum!

Við í bólkinum eru Árni Johannesson (sang/gitar), Matthias Kjølbro (saksofon), Tórði Dam Jacobsen (trumma), Kári Fossaberg Ellingsgaard (bass), Kristian Pauli Ellefsen (keyboard) og Robert Bjarnason (gitar).

Fyrsta fløgan hjá teimum "The Flying Elephant" kom út í fjør, og hon hevur fingið sera góð viðmælir. Kvørnin metti fløguna at vera 4. besta fløgan í 2015, og til FMA í ár vunnu teir "Ársins nýggja navn" og undir bólkinum Folk, Country og Blues vunnu teir "Ársins bólkur / einstaklingur".

Vit gleða okkum at fáa hesar ungu havnadreingirnir út á bygd at seta teirra dám á Country -& Blues festivalin!

Onnur tíðindi