Signar tulkar Creedence og Fogerty

28. november 2014

Ein sera forkunnug og spennandi avtala er gjørd við Signar í Homrum, um at framføra og tulka heimskenda og sera væl umtókta bólkin Creedence Clearwater Revival. CCR hevði síni aktivu ár frá 1967 til 1972, men er framvegis ein tónleikabólkur, sum er sera væl avhildin. Kendastur av limunum í bólkinum er ivaleyst John Fogerty, sum eisini skrivaði teir flestu sangirnar, hann er framvegis virkin innan tónleik og er enn nógv at hoyra.

Signar í Homrum sigur, “Eg bleiv sera spentur, tá eg fekk fyrispurningin frá Country- & Blues festivalinum, um at gera eitt Creedence Clearwater Revival innslag til komandi festival. CCR og John Fogerty hava altíð verið ein av mínum yndisbólkum og mær hevur altíð dáma sera væl tað ráða ljóðið hjá bólkinum og ikki minst røddina hjá John Fogerty.

Eg ætli mær at seta eina skrá saman, sjálvandi við nøkrum av teimum sangunum, sum flest øll kenna, men eisini nakrar, sum ikki eru so kendir millum fólk, men sum eg sjálvur haldi eru nakrar perlur” Av kendastu løgunum hjá CCR kunnu vit nevna “Proud Mary”, “Bad Moon Rising” “Have You Ever Seen the Rain”, Down on the Corner”, Lookin’ Out My Backdoor” og “Who’ll Stop the Rain”

Afturart sær hevur Signar, James Olsen á trummum, John Johansen á bass, Mikkjal Hvannastein og Høgna Fagraberg á gittar og Magna Husgaard á keyboard.

Onnur tíðindi