Tíðindaskriv 2018

21. juni 2018

Country & Blues festivalurin hevur ásett dato fyri festivalin í 2019.
 
Ongantíð fyrr hava so nógvir gestir vitjað Country & Blues Festivalin í Sørvági sum í ár.
Festivalurin varð hildin í framúr góðum veðri og viđ stórslignum konsertum.
 
Við nýggju country-appini og støðugari upplýsing á country-síðuni á facebook hepnaðist at gera festivalin sjónligan í radaranum. Við metnógvum gestum og 180 kampingvognum er vikuskiftið farið afturum í øllum góðum.
 
Nú er greitt, nær næsti Country & Blues Festivalur verður hildin. Fyrireikararnir hava gjørt av, at festivalurin í 2019 verður hildin í døgunum 14.-15. juni 2019.
Longu nú eru fólk farin at bíleggja pláss til kampingvognin til festivalin 2019. Tað skal gerast á mail jongerd@visitvagar.fo.
 
 
Takk øll somul. Vit síggjast í Sørvági 2019
 
Nevndin í Country & Blues festivalinum.

Onnur tíðindi