Tíðindaskriv 2019

hósdagur, 20. juni 2019

Country & Blues festivalurin verður aftur 11.-13. juni 2020.

Ongantíð fyrr hava so nógvir gestir vitjað Country -& Blues festivalin í Sørvági sum í ár. Við gott 3000 gestum og 180 kampingvognum er festivalurin farin afturum í øllum góðum.

Festivalurin varð hildin í framúr góðum veðrið og viđ stórslignum konsertum, og ikki at gloyma góðum barnatiltøkum. 

Uttan góðum eldsálum, hjálparfólkum, ítróttarfeløgum, stuðlum og Sørvágs Kommunu hevði festivalurin ikki verið til, og tað vil festivalnevndin takka øllum tykkum fyri.

Bíleggingar til húsvogna pláss eru longu nú farnar í gongd fyri festivalin 2020 og sølan av atgongumerkjum verða til sølu frá 01.septembur 2019.

Festivalnevndin vil eisini takka øllum teimum sum komu til Sørvágs á festival og vóna at síggja nógv fólk aftur til komandi festival. 

Onnur tíðindi