Takkarskriv

17. juni 2015

Takkarskriv

Fyriskiparnir av Sørvágs Country- & Bluesfestivali 2015 takka av hjarta fyri stuðulin vit fingu til okkara fjórða festival, sum var í døgunum 4. til 6. Juni 2015. Somuleiðis vilja vit takka Sørvágs kommunu, grannum til festivaløkið og øllum teimum mongu, sum hjálptu til at fáa festivalin so væl avgreiddan.

“Veðrið má sær sjálvum ráða” verður ofta sagt, og tað mugu vit eisini ásanna.

At útseta og broyta eina festivalskrá er ikki ein løtt avgerð at takað. Vindur og regn, sum sjáldan fyrr hesa ársins tíð, gjørdi, at avgerðin um at útseta varð tikin.

Sjálvt um byrjanin var hørð og torfør, var lagið á festivalgestunum alla tíðina serstakliga gott og takk skulu tit øll hava fyri tað. Um vit hóast alt taka saman um, so loyva vit okkum at siga, at alt gekk upp í eina hægri eind og at festivalurin eydnaðis væl.

Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna festivalurin fekk, uppteljingin vísir, at uml. 3.000 festivalgestir vóru og afturmeldingarnar vit higartil hava fingið eru sera jaligar, bæði frá tónleikarum, ljóð- & ljósfólki, hjálparfólki og tykkum mongu, ið vitjaðu festivalin.

Enn einaferð; takk fyri stuðulin festivalinum varð veittur og takk fyri gott samstarv til stuðlar, ítróttarfeløg og onnur feløg, hjálparfólk, tónleikarar, ljóð- & ljósfólk og ikki at gloyma TAKK til øll tykkum mongu, sum vóru við til at gera Sørvágs Country- & Bluesfestival 2015, til ein ógloymandi og væleydnaðan festival.

Sørvágs Country- & Bluesfestivalur 2016 er dagsettur til at verða tann 10. & 11. juni 

 

Vinarlig heilsan 

Sørvágs Country- & Blues festivalur

Súni Selfoss, Maria Samson, Gitta av Kák, Poul Arni Jacobsen og Jákup á Stongum

Onnur tíðindi