The Reverends

23. apríl 2015

The Reverends

Nú koma teir á Sørvágs Country- & Bluesfestival 5. & 6. juni.

The Reverends er ein av bólkunum, sum festivalgestirnir leingi hava spurt eftir, hetta er ein sera spennandi bólkur, sum í fleiri ár hevur verið virkin í Danmark og gav í 2009 út vælumtóktu fløguna "When Youre Done".
Limirnir í The Reverends hava hvør sær íblástur úr ymsum tónlistaligum greinum og tí er úrslitið eitt slag av alternativum countrytónleiki, ið er heldur óvanligur í føroyska tónleikaheiminum. Sjálvir rópa teir tað norðurlendskt americana.

 

Manningin í The Reverends er: Niclas Thorsteinsson, sang – Janus Kampmann, guitar – Kristin Nolsøe Bech, bass – Rúni Mouritsen, trummur og Jens V. Jacobsen, guitar.

Onnur tíðindi