Tvey nøvn kunngjørd

1. januar 2017

Sørvágs Country & Blues Festivalur 2017 verður í døgunum 08. og 10. juni á Dungasandi.

Í dag verða tvey tey fyrstu nøvnini avdúkaði.

Tað føroyska navni er ongin annar enn ein tann mest umtókti blusarin í Føroyum, Uni Debess. Hann hevur spælt á festivalinum fyrr, og hevur havt ómetaliga góðar løtur á pallinum í Sørvági.

Tað útlendska navni er Music Road Pilots úr Hollandi. Teir spæla modernaðan country rock/pop tónleik. Ì Nashville 2016 vóru teir nomnieraðir til at gerast besti bólkur í heiminum, innan fyri nýmótans country.

Meira kann lesast á www.country.fo og á facebook/country.fo

Leggjast kann afturat at prísurin á atgongumerkjunum hækkar í morgin 2/1-2017.

 

Onnur tíðindi