Vágasound á Dungasandi

16. mai 2016

Country -& Blues Festivalurin verður 5 ár, og tað skal hátíðarhaldast við góðum tónleiki úr Føroyum, Íslandi, Svøríki og USA.

Millum teir føroysku bólkarnir, vilja vit nú avdúka at Vágaverk koma spæla á Dungasandi í Sørvági. Tað verða vinmennirnir Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravsfjall við manning sum koma at spæla teirra kenda vágasound tónleik. 

Vágaverk hevur givið tvær fløgur út, “Vágaverk/Váðaverk” og “Drekkivatn”. Drekkivatn varð á FMA vald til ársins Blues, Folk & Country fløga í 2014.

Vágaverk við nøkrum av føroya bestu tónleikarum fara at geva okkum eina stóra konsert uppliving til festivalin 10-11. juni. 

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi