Western Saloon

2. mai 2016

Nú styttist til Country -& Blues Festivalin. Fyrireikingarnar til Countrygøtuna eru farnar ígongd, og nógvir sjálvnboðnir hjálparir í oynni hava melda seg til. Tað er gleðiligt at hava nógv fólk, sum vilja hjálpa til.

Festivalurin leggur stóran dent á, at festivalgestir skulu hava tað festligt og hugnaligt. Festivaløkið verður pyntað og í ár verður Countrygøtan víðka. Har verður m.a. ein Western Saloon gjørd við liðuna av dansistovuni ímóti Countrygøtuni. Sørvingar plaga at kalla staðið fyri 'Ellusa hava'. Í saloonini verður møguleiki fyri at seta seg niður og keypa sær okkurt drekkandi. Møguliga verður livandi tónleikur og okkurt spæl eisini á skránni.

Country -& Blues Festivalurin hevur eina kapping á facebook og kappingin endar um 3 dagar, so enn er møguligt at vera við.

Onnur tíðindi