Wild West

29. apríl 2016

Hølið í dansustovuni í Sørvági kent sum Wild West, verður ein størri partur av festivalinum í ár. Wild West verður gjørt til eina hugnaliga kovboy barr. Har koma kendir DJ's at spæla country/blues løg og møguliga verður EM-fótbóltsdystur vístur á stórskýggja.


Á facebook síðuni country.fo kom eitt hugskot frá einum countryfjeppara, at hava karaoke á festivalinum. Hetta góða hugskot verður til veruleika í Wild West har gestirnir sleppa at royna seg sum sangarar.

Country -& Blues festivalurin vil hervið bjóða øllum festivalgestum vælkomar innar í góða gamla Wild West. Jihaaaa!

 

Onnur tíðindi