Blátt Gras

Í fjør vóru teir einamest kendir í Vágum. Síðani fløguútgávuna í november 2014, hava teir javnan verið at hoyrt í útvarpsrásunum. Blátt Gras gav út fløguna “Ávegis” eftir at hava verið í Nashville í North Carolina í USA og tikið upp.

Eftir at fløgan kom út, og kanska serliga eftir, at bólkurin vann heiðurin á FMA at eiga besta sang innan country, folk og blues, so hevur eftirspurningurin verið sera stórur. Tað var nemliga sangurin “There is room at the table”, ið bleiv kosin ársins sangur.

Blátt Gras hevur verið runt nógvastaðni í Føroyum og móttøkan hevur verið sera jalig. Manningin á fløguni er: Ragnar Joensen, Terje Johannesen, Jóhan Mikkelsen, Richard H. Johansen, Gunnar Steintún og David Johnson. Rógvi Johannesen hevur loyst Gunnar av á bassinum eftir at Gunnar fór á skúla í Norra.

Hetta er triðju ferð, at Blátt Gras er umbiðið til Sørvágs Country og Blues Festival. Manningin lovar, at hóast hetta er triðju ferð, so verður okkurt nýtt tilfar, sum áhoyrararnir skulu gleða seg at hoyra.