Hallur Joensen

Av fýra møguligum Country- & Bluesfestivalum, er hetta fjóru fer, at Hallur Joensen er á plakatuni. Hann er uttan iva, eitt tað størsta countrynavnið í Føroyum og tað gleðir okkum, at tað aftur í ár hevur eydnast at hava Hall við okkum í ár.

Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, Pickin’ Time In Nashville og gjørdist hon mest selda fløga tað ári. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og er hann ein av virknaðustu tónleikarunum her heima, hetta hevur millum annað ført við sær, at hann fekk tann stóra heiður, at verða kosin besti sangari á FMA í 2014.

Hyggja vit eftir kalendaranum hjá Halli fyri komandi tíðina, so síggja vit, at hann umframt at framføra um alt Føroya land, eisini er nógv í útlondum og spælir, millum annað í Hollandi, Danmark, Norra og Hetlandi.

Fyrr í ár var Hallur í Nashville og spældi tónleik inn, sum skal verða grundarlagið undir eini nýggjari fløguútgávu.

Á komandi Country- & Bluesfestivali fer Hallur millum nógv annað at framføra burturúr nýggja tilfarinum. Eisini kunnu vit avdúka, at hann fer at hava ikki minni enn tríggjar ymiskar duettir á pallinum, tónleikarnir verða mestsum teir somu sum altíð og boðar tað sjálvandi fyri góðsku, tá hesi fólkini kenna hvønn annan út og inn.